Tilboð uppá skúlaútbygging í Leirvík latin upp

Tær fýra fyritøkurnar, sum  lótu tilboð inn, vóru Búsetur, Kanjon, Articon og HVT, og Kanjon átti lægsta boðið

 

 

 

Í gjár, mikudagin 26. februar klokkan 14, var lisitatión uppá útbyggingina av skúlanum í Leirvík.

 

Fimm fyritøkur vórðu bodnar at lata tilboð inn, og inn komu fýra tilboð.

 

- Útbyggingin fevnir um niðurtøku av pørtum av skúlabygningunum í Leirvík, og nýbygging av skúlastovum, fimleikahøll, tónleikastovu, bókasavni og lærarahølum og øðrum.

 

Tað siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at tær fýra fyritøkurnar, sum  lótu tilboð inn, vóru Búsetur, Kanjon, Articon og HVT.

 

Tá brævbjálvarnir vórðu latnir upp, átti Kanjon lægsta boðið, áljóðandi kr. 64.473.962,-

 

##med2##

 

- Verkætlanin er samlað mett at kosta: kr. 95.000.000, og kommunan fer nú undir at gjøgnumganga tilboðini, siga tey í Eysturkommunu í dag.