Tað er staðfest
at landsstýriskvinna ikki lurtar eftir læknafakliga serkunnleikanum á økinum
at landsstýriskvinnan hevur ikki sagt satt um góðkenning frá Sinnisbata
at Almannamálaráðið sjálvt bað kommununa bíða við viðgerðini hin 29. juni 2010 og skuldi síðani lata kommununa hoyra aftur, men at Almannamálaráðið ongantíð lat frætta frá sær aftur
at landsstýriskvinnan hevur ikki sagt satt um, at Tórshavnar kommuna seinkar verkætlanini, og brúkar viðmerkingar um atkomuveg og heildarætlan sum umbering fyri at flyta byggingina til heimbygd sína
at landsstýriskvinnan brúkar skeivar grundgevingar í viðmerkingunum til uppskotið um lógarbroyting, um hví bústaðirnir skulu flytast til Sandavágs
at landsstýriskvinnan óbeinleiðis tykist eggja kommunum uttanfyri Havnina til at bróta lógina um avhending av kommunalari fastogn við at grundgeva við, at aðrar kommunur vilja lata lendi ókeypis ella bíliga (tað má verða undir marknaðarprís). Landsstýrið hevur í øðrum málum kravt at Tórshavnar kommuna avhendir lendi til marknaðarprís, so tað má eisini galda Sandavág og aðrastaðni.
Nú eigur landsstýriskvinnan at gevast við øllum uttanumtosi og viðgera hetta málið í størri álvara enn higartil. Og landsstýriskvinnan eigur at flyta sítt fokus frá bert at røkja sitt politiska heimabeiti til at seta fokus á teir sinnisveiku brúkararnar og teirra tørv.
Tórshavnar kommuna vil tí geva landsstýriskvinnuni Rósu Samuelsen tilboð um at loysa málið. Tað kann vera á økinum vid Heygsvegin, aðrastaðni i Havnini ella i Kollafirði, um tað er tydningarmikið fyri landsstyriskvinnuna, at tað er á bygd. Landsstýriskvinnan kann sjálv velja, hvørjum av ymsu møguleikunum hon ynskir at taka av:
1. Tórshavnar kommuna stendur við longu givna tilboðið um at avtala eitt útreiðslubýti fyri atkomuveg til økið við Heygsvegin
2. Tórshavnar kommuna býður sær til sjálv at gera uppskot til heildarætlan fyri økið eystanfyri Heygvegin innan í mesta lagi 2 mánaðar, um landstýrið ikki sjálvt megnar hetta
Almannamálaráðið hevur sjálvt valt staðsetingina við Heygsvegin, og kommunan góðkennir hesa staðseting
3. Um Almannamálaráðið ynskir aðrar staðsetingarmøguleikar í Tórshavnar kommunu, so vil kommunan fegin hjálpa til við hesum, antin á landsjørð, sum so hevði verðið ókeypis fyri 4. Almannamálaráðið, ella við at Almannamálaráðið keypir hóskandi lendi frá kommununi ella privatum.
5. Landið eigur 3 hagapartar við tilhoyrandi innangarðsjørð kring Havnina, umframt nógv lendi í Kollafirði.
Tað er bara at koma í gongd, Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna!