Onki starvsfólk og ongin borgari í Almannaverkinum er í løtuni smittaður við koronavirus, og sum er, eru einans 5 starvsfólk í sóttarhaldi. Tí ber til - við ávísum varni - at lata tilboðini fult uppaftur.
Góða støðan í Føroyum viðvíkjandi koronasmittuni hevur við sær, at Almannaverkið hevur avgjørt at taka av avmarkingarnar, sum vóru settar í gildi í ávísum tænastum og tilboðum hjá stovninum tann 14. august.
Starvsfólk og borgarar tóku saman við føroyingum á seg uppgávuna at minka um smittuvandan, sum hevði hug at taka dyk á seg aftur í Føroyum stutt eftir ólavsøku. Støðan í Almannaverkinum er í løtuni tann, at eingin borgari og onki starvsfólk eru smittað við koronasmittu, meðan fimm starvsfólk eru í sóttarhaldi. Tað merkir at, at kalla øll starvsfólk í Almannaverkinum eru tøk og fús at fara til verka.
Øll vardu verkstøðini, frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata tískil upp sum vanligt mánadagin 31. august. Tað sama er galdandi fyri endurvenjing og hjálpartólatænastuna.
Avgerðin at lata uppaftur er tikin í samráð við koronaráðgevingina.