Tilboðini upp á skúladepilin útsett enn einaferð

Tað verður ikki fyrrenn seint í summar, at tilboðini upp á Skúladepilin í Marknagili skulu vera inni.

Tað boðar Landsverk frá beint nú.

Orsøkin er, at føroyska vinnan ikki kennir seg á nóg tryggari grund í sambandi við útbjóðingartilfarið.

- Tí hevur Landsverk gjørt av at útgreina og tillaga partar av tilfarinum og hetta ber í sær, at lisitatiónin er útsett til 21. august.

- Ongantíð áður hevur føroysk byggivinna staðið yvir fyri eini so stórari verkætlan, sum í sambandi við Skúladepilin við Marknagil.

- Tað sæst eisini aftur í útbjóðingartilfarinum, sum er bæði rúgvismikið og øðrvísi.

- Hetta hevur elvt til ávísar ivaspurningar hjá byggifyritøkum í sambandi við útbjóðingina, sigur Landsverk.

Eftir at hava viðgjørt spurningin um útbjóðingina av nýggjum, er leiðslan á Landsverki komin til ta niðurstøðu, at tá tað eru so nógvir ivaspurningar í sambandi við partar av útbjóðingartilfarinum, er best, at hesir partar verða tillagaðir, so tær undangóðkendu byggifyritøkurnar kenna seg á tryggari grund.