Á stýrisfundi seinnapartin týsdagin (eftir evstamark hjá blaðnum, blðm.) skuldi stýrið fyri Lágargarð viðgera støðuna á stovninum, nú teimum er álagt at spara í rakstrinum, og at stuðulin til dagtilboðini eru skerdur niður í eina helvt.
Starvslønirnar verða raktar fyrst
Ronald Poulsen sigur, at tað fyrst og fremst verður spart innan starvslønir, men vil ikki tó gera nærri viðmerkingar til hetta, fyrr enn eftir stýrisfundin.
Eitt øki, sum ivaleyst verður rakt av sparingunum, er tilboðið um at koyra døgurða út til eldri borgarar í høvuðsstaðnum. Í løtuni ger køkurin á Lágargarði dagligani eini hálvtannaðhundrað døgurðar, ið verða koyrdir út til eldri fólk í Havnini, men óvist er, hvussu verður við hesum í framtíðini.
Ronald Poulsen sigur, at tað somuleiðis eru nógv eldri fólk, ið koma á Lágargarð at fáa fysioterapi ella ergoterapi viðgerð, og hetta øki er eisini í vanda fyri at blíva skorið burtur.
Formaðurin í stýrinum fyri Lágargarð vil annars ikki gera tær stóru viðmerkingarnar enn, men hann viðgongur, at hann umhugsar støðu sína í stýrinum.
- Tú skalt minnast til, at hetta verður alt gjørt frívilligt. Tað er ómetaliga nógv bøvl av hesum, og tað er spurningurin, hvussu nógv man vil offra. Vit standa við ábyrgdini, og tí umhugsi eg, um tað er vert at halda fram í stýrinum, sigur Ronald Poulsen.