Orkuútbygging
Í morgun hevur lisitatión verið í sambandi við verkætlanina hjá SEV, ið rópt verður ”Norðari parturin av Eiði 2”.
Trý tilboð vóru upp á hesa verkætlan.
Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at tilboðið, sum J & K Petersen hevði saman við M.T. Højgaard, var lægst, 50,2 miljónir krónur. Í miðjuni lá tilboðið hjá E. Phil & Søn upp á 52,4 miljónir krónur, og hægsta boð átti NCC, sum var upp á 77,7 miljónir krónur.
Munandi dýrari
Klæmint Weihe ásannar, at øll trý tilboðini eru munandi hægri tað, sum SEV hevur mett, at henda verkætlanin fór at kosta.
- Eg vil ikki siga nakað tal, men tilboðini eru munandi hægri enn okkara metingar.
Spurdur, um tað eru tíðirnar í dag við nógvum arbeiði á flestu økjum, sum hava trýst prísin upp, heldur SEV-stjórin, at hetta er ikki óhugsandi.
- Jú, tað er væl hugsandi, at nógva virksemið í landinum hevur havt sína ávirkan á tilboðini, sigur hann.
4 miljónir kWt
Málið hjá SEV er, at verkætlanin, sum verður rópt norðari partur av Eiði 2, skal geva elfelagnum slakar 4 miljónir kilovattímar (kWt) um árið.
- Verkætlanin er mett at taka hálvt annað ár, og ætlanin er at fara í gongd so skjótt, sum støða er tikin til innkomnu tilboðini. Klæmint Weihe sigur, at fólk hjá SEV nú fara at hyggja at og eftirkanna tilboðini og gera sínar metingar av hesum.
Vit spurdu eisini SEV-stjóran, um tað fer at fáa nakra ávirkan á verkætlanina, at tilboðini eru munandi hægri, enn elfelagið hevði væntað.
- Nei, tað dugi eg ikki at siga. Tað verður stýrið, ið fer at taka endaliga avgerð um, hvussu fram skal farast, sigur hann.
Árinskanning
SEV arbeiðir eisini við at fremja verkætlanina, ið fevnir um økið frá Norðskála og suður móti Selatrað.
- Hetta er syðri partur av Eiði 2 verkætlanini, sigur Klæmint Weihe.
Hann vísir á, at hetta málið í løtuni liggur hjá friðingarmyndugleikunum.
- Í løtuni verða árinskanningar gjørdar, og ætlandi verða hesar kanningar lidnar til várs, sigur SEV-stjórin.