Tilboðini uppá H-bygningin á landssjúkrahúsinum vórðu latin inn mánadagin, men einki hevur verið at frætt alment frá tí enn.
Sum skilst, liggur lægsta tilboðið á uml. 317 milliónum, ið er eitt sindur meir enn Landsverk metti verkætlanina at kosta. Metingin hevur eftir øllum at døma verið 307 milliónir.
Vit skrivaðu í gjár, at enn var einki latið út alment, tí greiða var ikki á, júst hvussu stór játtanin til byggingina av H-bygninginum var.
Mett var, at játtanin lá onkustaðni ímillum 260-290 milliónir, men greiða skuldi fáast á tí áðrenn tíðindaskriv bleiv sent út um innkomnu tilboðini.
Út frá teimum tølum, sum vit hava fingið upplýst, skal verkætlanin klænkast eitt sindur um játtanin í útgangsstøðinum skal halda.
Les eisini: Ivamál um játtina til H-bygningin