Tilboð í heyst

Atlantic Airways fer í heyst at bjóða nakrar bíligar ferðir

FLOGFERÐSLA
 
Seinnu árini hava føroyingar fingið møguleikan at keypa bílígari flogferðaseðlar ein part av árinum. Soleiðis verður eftir øllum at døma eisini í heyst. Enn er endaliga loyvið ikki givið, men roknað verður við, at tilboðið verður veruleiki.
Kostnaðurin verður 1.867 krónur fyri vikuskiftisferðaseðlar og 2.367 fyri sokallaðar Super Apex ferðaseðlar. Afturat hesum prísum skulu leggjast avgreiðslugjald. Av marknaðardeildini hjá Atlantic Airways verður upplýst, at ætlanin er, at prísirnir skulu vera galdandi árið út. Neyðugt verður ikki á hesum sinni at ferðast tvey saman.
Sølutreytirnar verða tær somu sum við Apex ferðaseðlum. Tað vil siga, at ferðaseðlarnir skulu bíleggjast eina viku undan fráferð og ferðaseðlarnir kunnu ikki broytast.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Code-share
Atlantic Airways hevur gjørt eina samstarvsavtalu við Maersk-Air. Hetta er ein sokallað code-share avtala. Handan heitið býr tann týdningur, at tað fer at verða møguligt at keypa ferðaseðlar til eitt nú Nice úr Føroyum frá Maersk-Air, har Atlantic flýgur ferðafólk fyrsti teinin til Danmarkar. Hvørjir prísir verða galdandi er ikki greitt enn, men Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, sigur, at keypararnir fáa góðar treytir. Maersk-Air flýgur til nógv ferðamál í serliga suður Evropa úr bæði Keypmannahavn og Billund. Á skrivstovuni hjá Maersk-Air í Føroyum kunnu tey ikki upplýsa nakað, hvørjir prísir verða galdandi. Somuleiðis er ikki greitt, hvussu verður hjá fólki, har tað restar í at fáa fimm súlur hjá Maersk.