Farið verður undir at gera inntakið til Gásadalstunnilin Gásadalsmegin í ár, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Biðið er um tilboð upp á arbeiðið, og onkur tilboð eru komin, sum støða nú fer at verða tikin til, sigur Oyvindur Brimnes.
Men játtanin til arbeiðið er so mikið lítil, at tað verður bara arbeitt øðrumegin í senn. Hesaferð verður farið undir at gera vestara inntakið, sigur hann.
Eisini er biðið um tilboð upp á part av vegagerðini oman fyri Skála, og har er støðan sum í Gásadali. Tilboð eru at taka støðu til, men heldur ikki har røkka pengarnir serliga langt, og als ikki til at gera arbeiðið liðugt.
Oyvindur Brimnes sigur, at allar játtanir hjá Lndsverki verða brúktar í ár, uttan tann til arbeiðið í samband við tunnilsgerðina í Suðuroy.
Har hevur gingið í so striltið at bora, at teir verða ikki lidnir við ætlaða setningin ár, sigur stjórin á Landsverki.