Tilbúgving
Jan Müller
? Tilbúgvingarverkætlanin skal vera liðug til komandi summar. Og hon verður klár longu til 1. mars ella í seinasta lagi 1. apríl. Hetta sigur ein avgjørdur Kaj P Mortensen, sum hevur ábyrgdina av tilbúgvingini í Fiskimálastýrinum. Tilbúgvingarøkið varð herfyri flutt frá Vinnumálastýrinum til Fiskimálastýrið.
Síðani hevur verið arbeitt víðari við tí samlaðu verkætlanini, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Kaj Mortensen sigur, at hetta er eitt so stórt og fyri Føroyar álvarsligt mál, at teir hava lagt alla orku í málið. Sett eru tvey fólk til at arbeiða við tilbúgvingini. Ronnie Háfoss, løgfrøðingur er settur til at arbeiða við tilbúgvingarlóggávu, og Rógvi Johansen er settur sum samskipari og skal arbeiða í Fiskimálastýrinum við tilbúgving burturav. Ronnie er byrjaður, og Rógvi byrjar í næstu viku.
Kaj Mortensen sigur, at tað, sum nú er mest átroðkandi er at fáa eina loysn uppá MRCC-ætlanina, (Maritime Search and Rescue Corporation) ið er kjarnin í sjálvari tilbúgvingini. Hetta er við at koma undir land. Fiskimálastýrið hevur verið í samráðingum við Føroya Telé í eina tíð fyri at finna eina loysn, soleiðis at MRCC-støðin kann fáa innivist í bygninginum hjá Tórshavn Radio við Tinghúsvegin. Væntandi fæst ein loysn komandi dagarnar.
Fiskimálastýrið hevur annars brúkt eina ráðgevandi fyritøku í Betlandi »Link Associated« í sambandi við MRCC-støðina. Teir hava júst latið eina frágreiðing, har teir hava góðkent ætlanina, sum roynt verður at fáa uppá pláss við Føroya Telé. Tá samráðingarnar við Føroya Telé eru komnar uppá pláss, helst í vikuskiftinum, hevur tað við sær, at MRCC-støðin verður fult klár 1. mars. Tað er Vaktar- og Bjargingartænastan, sum skal hava ábyrgdina av MRCC-støðini.
Kaj Mortensen vil við hesum eisini undirstrika, at einki hald er í óttanum hjá oljufeløgum og øðrum fyri, at tilbúgvingin ikki er komin uppá pláss til juni í næsta ár, tá boringin byrjar.
Í dag er støðan tann, at tað eru Reykjavík, Stavanger og Aberdeen, sum koyra tað samlaða MRCC-arbeiðið. Fáa føroyingar ikki sína egnu MRCC støð upp at standa, so er vandi fyri, at hetta endar aðrastaðni. ? Tann vandin er ikki til steðar longur, tí vit skulu hava hetta uppá pláss til tíðina sigur Kaj Mortensen, sum vísir á, at hetta málið hevur so stóran týdning fyri Føroyar, at teir hava lagt alt annað til síðis fyri at fáa hetta uppá pláss.
Hvat viðvíkur framtíðar leiklutinum hjá donsku sjóverjuni sigur Kaj Mortensen, at hon kemur at halda fram við sínum virksemi. Tað hevur einki við hetta at gera. Tann parturin av MRCC, sum í dag er í Føroyum, er leiting og bjarging. Tað koyrir sum er undir leiðslu av Marinustøðini og í samstarvi millum Marinustøðina og Tórshavn Radio. Men virksemið hjá Marinustøðini fer at verða flutt niðan í Mjørkadal og fer tað eisini at ávirka tað komandi MRCC-skipanina. Nú verður so arbeitt við at fáa eina heildarloysn fyri alt hetta málið og heldur Kaj P Mortensen, at hóast alt ikki hevur gingið so skjótt sum ætlað, so er eingin orsøk longur til at bera ótta fyri, at alt hetta fyri yvir á útlendskar hendur.