-Vit hava ikki eina nøktandi tilbúgving, so leingi bjargingarfeløgini ikki eru við.
Tað var ein av orsøkunum til at Jacob Vestergaard spurdi landsstýrismannin við ábyrgd av málinum, Høgna Hoydal, Tjóðveldi, hvør støðan er nú á hesum økinum.
Málið snýr seg um eitt stríð um tryggingarviðurskiftini hjá teimum, sum sjálvboðin taka lut í bjargingararbeiði.
Higartil er ongin endalig loysn funnin, tí sum skilst snýr tað seg um, at hesi fólk skulu hava eina aðra trygging enn vanlig fólk hava.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði, at sjálvandi má ein loysn finnast, men hann sló fast, at tey sum arbeiða við bjarging eru fevnd av lóg um arbeiðsskaðar.
Bjargingarfeløgini vilja hava eina loysn og eina trygging, sum verjir tey, fáa tey skaða undir bjargingararbeiði. Høgni Hoydal segði eisini, at hann væntar at ein skjót loysn finst á málinum.