Til vildar øllum kann eingi gera

Mest beinrakna yvirskrift eg havi skriva, má verða tann um illa lídda sannleikan. Í hvussu so er hevur Helena Dam á Neystabø tikið hana til sín.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

?????????????????


Mest beinrakna yvirskrift eg havi skriva, má verða tann um illa lídda sannleikan. Í hvussu so er hevur Helena Dam á Neystabø tikið hana til sín. Viðmerking hennara í Dimmalætting 7/7 líkist mest heilsanum frá familjuni. Helena sigur nakað sum er beinleiðis ósatt, umframt at hon niðurger mín persón. (mura)

Men, eg bíði framvegis eftir, at hon afturvísur tí eg havi sagt. Meðan eg bíði, kann eg tað sama afturvísa tí hon sigur.

Helena sigur, at Landið betalur lønir á Sambýlum, og tí er tað ósatt, sum eg havi skriva. Helena átti at vita, at Finnleif Guttesen, sum eg endurgav, úttrykkiliga tosaði um íløgur í nýggj sambýli. Tað hevði Helena eisini skilt, um hon gav sær tíð at lesa, og ikki gjørdi viðmerkingar í óðum verki. Harumframt skal sigast, at nú fleiri sambýlir eru bygd, og heimahjálpin er farin í tey at arbeiða, er í hvussu so er í okkara kommunu skorið tilsvarandi niður á heimahjálp í heiminum. Tí hevur landið, fyri at útreiðslurnar ikki skulu hækka, flutt heimahjálpirnar úr heimunum inn á sambýlir, við tí úrsliti, at fólk liggja óhjálpin heima.

Tá tú ikki hevur tíð at lesa uppá, krevst sera gott minni. Tað svíkur av og á hjá Helenu. Í øllum føri tá hon tosar um Sambýlið á Skála. Kunngerð um hetta frá 27 august 1998 er undirskriva av Helenu Dam á Neystabø. Sjóvar Kommuna fekk at vita frá ovasta embætismanni hjá Landsstýrismanninum, at kunngerðin skuldi lesast soleiðis, at fólk sluppu inn eftir tørvi. Metast skuldi fagliga um tørv. Tí hevur tað ongan tídning hvør eigur eitt sambýli.

Tá vit vóru útblaka av Skála, við hjálp frá Landsstýrinum, sum Helena var partur av, (Sí grein um hetta) umhugsaðu vit at byggja okkara egna. Tá fingu vit greitt at vita, frá heimahjálpini, at tey fingu ongar pengar frá Helenu, og tí kundu tey ikki seta starvsfólk í okkara Sambýli. So um Helena setti 1 mió meira av til heimahjálpina, hevði eitt nýtt sambýli møguliga verði bygt í hennara ministaratíð og 10 fólk, sum trongdu fingið innivist. Tí er tað Helena sum hevur alla skyldina av, at vit ikki hava eitt sambýli meira enn vit hava í dag. Men Helena gjørdi einki, og tí kundi Sjóvar Kommuna einki gera.

Tá Helena førur fram, at nú Skála og Runavík leggja saman verða vit við sviðusoð, vísur hetta bert, at Helena ikki dugir sínar egnu lógir. (Bústaður er órelevantur og almannalógin er líka fyri øll) Men hetta er ikki nakað nýtt. Tá Anfinn Kallsberg følur seg noyddan at taka eina støðu, er málið ógvuliga greitt.

Tá Helena kom í Landsstýri var tað Landið sum rak eldrasambýlið á Skála. Stutt eftir fingu vit kravboð um at vit skuldu yvirtaka Eldrasambýlið. Orsøkin var, at heimahjálpin ikki hevði pengar til at reka eldrasambýlið. Hesi kravboð fingu vit staðfest á fundi 16. November 1998. Um vit noktaðu bleiv eldrasambýlið stongt. Hetta var væl eftir boðum frá Helenu. Hvar var umsorganin fyri teimum gomlu?

Tá byrjaði kampurin um húsið á Skála. Hví skuldu vit gjalda, tá húsið er fyri alla Eysturoynna? Vit høvdu tey góðu argumentini, meðan Helena og hennara fólk høvdu maktina at taka avgerð, sum vit einki kundu gera við. Toppurin hevur altíð ábyrgdina, og tí var tað Helena, sum tveitti Sjóvar Kommunu út úr samstarvinum um Eldrasambýli á Skála. So at geva mær skyldina er langt við síðuna av, og prógvar bert, at Helena als ikki hevur skil á sínum málsøki.


Moralur

Merkir, sambært mínari Fremmedordbog: Indbegrebet af hvad der anses for rigtigt og sømmeligt mht. menneskers handle- og tænkemåde.

Tí tosa vit um moral, tá vit siga, at samsvar skal verða millum orð og gerðir. Hetta havi eg víst á manglar hjá Helenu. Tá onkur vísur á hesar manglar, ber ikki til at øsa seg upp, og umbera seg við at Eivind er minst líka ringur. Ein góður politikari hevur eina frágreiðing uppá, hví so er. Eg havi ikki viðgjørt Sjálvstýrisflokkin, men politikaran Helenu. Tá Helena sigur, at muran í undirritaða ikki er góð, tosar hon um mín persón. Eg fari ikki at viðgera persónin Helenu. Tað er privat. Moralin vísa vit á, og lata veljaran døma.

Tað er eftir mínari uppfatan grundleggjandi neyðugt, at politikarar hava góðan moral, og at samsvar er millum orð og gerðir. Tí er neyðugt, at vit lúka við jøvnum millumbilum.

Eg fari at geva Torbjørn Jacobsen rætt, tá hann sigur, at vit ikki hava brúk fyri livibreyðspolitikarum. Vit eru báðir (fyrrverandi) sjómenn, og tí vanir við 12 tímar arbeiðsdag. Hóast vit enn ikki hava fingið lykilin til vaskirúmið, rokni eg við, at báðir, saman við øðrum, fara at vaska innanfloks eftir næsta val. Og eg ivist onga løtu í, at vit um neyðugt bróta vakt fyri at hjálpa í øðrum flokkum, har tað treingir munandi meira til enn hjá okkum.

Tað sum vit hava brúk fyri eru menn og kvinnur, sum spyrja:? Hvat kann eg gera fyri Føroyar?? Til at stýra landinum krevst meira enn við himmalvendum eygum at beundra eitt spegl.