Hans Tausen Olsen
Kommunan skal vera fyri alt fólkið
Kommunan hevur tí verið før fyri at niðurgjarla skuldina skjótari enn upprunaliga ætlað, og sum ætlanin annars var, tá núverandi avtala um kommunuskuldina varð undirskrivað í 1995. Skuldin svara í dag til umleið eina skattaálíkningum, sum má sigast at verða nøktandi.
Annars er at viðmerkja, at Runavíkar kommuna kom hampuliga væl frá kreppuárunum fyrst í 90?unum.
Tað er av stórum týdningi, at núverandi gongd heldur fram, og at fakstrar- og íløguætlanir frameftir verða gjørdar á einum varligum grundarlagi.
Í løtuni arbeiðir kommunar við stórum ætlanum um at útbúgva havnalagið, og talan verður um rættuliga stórar óløgur, um verandi ætlan í síni heils verður sett í verk.
Ætlaða havnaútbyggingin inni á Líknagøtu verður nú útboðin, og verður ætlanin sett í verk kemur hon helst at útfylla verandi íløgukarm í eini 2-3 ár frameftir.
Mín áskoðan er, at núsitandi býráð - nú valskeiðið er við at vera runnið - ikki eigur at binda komandi býráð við so stórum óløgum. Heldur eigur komandi býráð at taka endaliga støðu til hesa útbýgging.
Tað er annars ein óskikkur, at fráfarnadi bý- og bygdarráð gjøgnumføra stórar ætlanir beint áðrenn tey fara frá. Fleiri keðilig dømið eru um hetta, serliga frá 80?unum.
Komandi býráð má sum tað fyrsta gera eina raðfesting av íløgum í kommununi í komandi vals keiði.
Mín áskoðan er, at trivnaðurin hjá fólkinum í kommununi nú má raðfestast meira frammalaga. Her hugsi eg um ger av svimjihyli, útbygging av barnaansingini, herundir ansing av skúlabørnum áðrenn og eftir skúlatíð og hækkan av barnafrádráttinum.
Onnur mál, sum eg meti eisini eiga at raðfesta fremri, er bygging av eldrabýli og verandi ætlan við at byggja smærri íbúðir í Runavík til einstaklingar og smærri familjur.
Við hesum skal ikki vera sagt, at eg eri ímóti útbygging av havnalagnum, men mín áskoðan er, at hesar íløgur eisini mugu raðfestast og viðgerðast út frá eini heildarmetan, nú íløgukarmurin hjá kommunum sambært avgerð frá landsmyndugleikunum er rættiliga avmarkaður.
Eg fari at ynskja øllum eitt gott val.