Tilætlað ella hvat?

Frank Davidsen
-----
Fyri kortum segði Poul Mich­el­sen ein av okkara fremstu vinnu­lívs­monnum, at um ein hevði snýtt í tolli, so átti við­­kom­andi ikki at sitið sum fíggj­ar­mál­a­ráðharri í dag. Kanska ikki orðarætt, men mein­ingin var púra klár. Sami vinnulívsmaður hevði orsaka kreppuni fyrst í hálv­fems­unum, helst somu trup­ul­leik­ar sum nógvir aðrir. Men við sínum royndum og dugn­a­skapi, so hóraði hann und­an kreppuni, soleiðis at hann í dag framvegis hevur eina blómandi fyritøku.
Tað hevði verið óhugsandi um fel­ag hansara hevði kom­ið í eina krepp­u­støðu, at hann við beráddum huga gavst við at lata fakturar og rokn­skap­ir inn til av­varð­andi myndug­leikar. Ei heldur at hann hevði farið til Taks at krevja at fáa sínar vørur út, sam­stundis sum hann var vit­andi um, at fakturanir lógu í eini skuffu hjá fyritøkuni. Tí utt­an teir neyðugu fakturar sum eru avgerðandi fyri at av­greiða mvg, so var hann fult greiður yvur, at tað ikki kundi lata seg gerða.
So var bert ein møguleiki eftir, og tað var at fara til tær ymsu skipaavgreiðslurnar, og greiða teimun frá, at fyri­tøkan hevði ein toll­kre­ditt. Men eisini her var oman­fyri­nevndi vinnulívsmaður greið­ur yvur, at hazardspælið var tapt.
Er tað ikki júst tað sum er hent í »tollmálinum«. Men fyri at krógva útyvur bæði toll­und­andrátt og bein­leið­is ó­sann­ind­ir, varð hild­in ein væl tilrættalagdur man­i­pu­lerandi politiskur fundur. Har Christian Andreasen saman við sínum klienti, sit­andi fíggj­ar­mál­a­ráð­harra, sum tveir gandakallar, og við bein­leið­is ósannindum og teirra ora­torisku evnum, fluttu hesa ótespuligu toll­ope­ra yvur á Tollstovuna, eins og fjølmiðlarnar.
Undirritaði eins og mong onnur væntaðu, at fíggj­ar­mál­a­­ráð­harr­in her fór at taka frá­støðu, eins og biðja um for­stáilsi, og umbera tey mis­tøk sum hann hevði gjørt í fortíðini. Ístaðin fyri sat fíggj­ar­­málaráðharrin við eini ó­trú­ligari arrogansu, har hann í 1 tíma og 40 minuttir válk­­aði sær í sínum egna poli­tiska skarni.
Tá fjølmilarnir settu spurn­­ing­ar, hvussu hann kundi reka fyritøkuna, utt­an at lata roknskapir inn, so slerdi hnn tað upp í glens. Ja, tað vat líkasum at hann hevði ilt av og tók synd í fjølðmiðlunum, og gjørd­ist irritabul, at fáa sett hesar spurn­ingar, sum eftir hans­ara tykki vóru aldeilis ó­við­komandi. Her var einki at koma eftir, og so hevði hann" tann besta á økinum" við síð­una av sær.
Sjálvt um ein fyritøka hev­ur ein tollkreditt, so hevur fyr­i­tøkan ábyrgdina av, at inn­an so og so nógvar dagar, so skal faktura leverast inn til tollstovu, soleiðis at mvg kann roknast av vøruni.
Eru tað tollmynduleikarnir ið hava ábyrgdina av, at N. Nicl­a­sen hevur ligið inni við fakt­ur­u­num. Og átti ikki ein pera at blinka, ella lýst hjá stjóranum, tá felagi í gjøgn­um langa tíð ongar toll­rokn­ingar fekk frá toll­stov­uni. Ella var tað við be­rá­ddum huga, at sum við toll­­kredittinum, so skuldi á­byrgdin ikki ábyrgdast N.N. men tollstovuni.
At tað nú sambært degi og viku verður staðfest, at als eingin rokniskapur hev­ur verður latin inn hesi ár­ini, tað vísur at sitandi fíggj­ar­mál­a­­ráð­harri føroya, ikki bara hev­ur gjørt seg sekan í toll­­undandrátti. Afturat tí hev­ur hann á fundi sum vardi í 1 tíma og 40 minuttir ikki bert hildi fjølmiðlunum fyri gjøldir. Esini hevur hann í almennum fjøl­miðl­um yvir fyri Føroya fólki al­ment gjørt seg tíl ein gemenan lygn­­ara. Og tað er als eingin ivi um, at hann við ikki at hava latið mynduleikunum árs­rokn­skap­ir­nar hesi árini, so var tað ein finna í einum talvinum, til at turka ábyrgdina upp­á toll­myndug­leik­ar­nar. Somuleiðis var við toll­kredittinum, har hann við sínum svikabrøgdum be­­víst legði alla persónliga á­byrgd frá sær. Kann hetta veru­liga fara aftur við borð­inum, uttan avleiðingar. Ella er politiska skipanin so kor­r­upt, at ein politikkari kann snýta sína egnu umsiting, sum hann í dag hevur hægstu leiðsluna av. Hevði tað snú seg um danska fíggj­ar­­mála­ráðharran, so hevði hann ikki sitið nógvar dagar aftan­á eina sovorðna gølu. Her grína politikkarnir og sam­gongan, samstundis sum teir biðja okkara fjølmiðlar »fara til arbeiðis«.