Í gjár var Marjun Lómaklett innsett í tænastu sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi. Hon er 40 ára gomul og varð útbúgvin sum prestur í Århus í 2001. Í fjør summar heitti biskupur á hana um at gera tænastu sum virkandi sóknarprestur. Í februar varð hon innstillað til starvið sum sóknarprestur, ið var lýst leyst, eftir at Magnus Brahé Jørgensen fór úr starvinum. Fýra umsøkjarar vóru til starvið.
Marjun Lómaklett er úr Klaksvík, men hevur, síðani hon varð liðug at lesa til prest, starvast ymsa staðni runt heimin. Beint eftir loknan lestur starvaðist hon sum sóknarprestur í Sæby í norðurjyllandi í fimm ár, áðrenn hon eitt skifti var sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Áðrenn hon tók við sum starvinum sum virkandi sóknarprestur í Klaksvík í fjør summar, starvaðist hon í ensku kirkjuni Christ Church í Dubai.
Marjun Lómaklett sigur við fólkakirkjan.fo, at ein av stóru uppgávum hennara í nýggja starvinum verður at koma runt í prestagjaldinum, tí eitt av hennara aðalmálum er, at hon skal vera nærverandi í prestagjaldinum. Norðoya vestara prestagjald fevnir um fimm kirkjusóknir, Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.
- Eg ynski at vera til staðar og nærverandi fyri øll sóknarbørnini, bæði tey sum búgva úti á bygdunum og teimum sum eru í Klaksvík, slær hon fast.