Nevndin fyri Suðurstreymoyar Útróðrarfelag
Mortan Johannesen, formaður
----
Enn einaferð fer Suðuroyarstreymoyar Útróðrarfelag at heita á stýrið um at broyta inntøkumarkið.
Vit vita líka so væl sum tit, at við lóg skulu vit gjalda inn í grunnin, men so vita vit eisini, at bólkur 5 at kalla onki fær útaftur, tá mest er brúk fyri tí. Tá er tað bert stýrið, sum hevur ábyrgdina. Eisini sær út til, at vit hava ein beiskan fígginda í stýrinum, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna. Eitt felag, sum í veruleikanum ikki er til, men situr við einum formanni, sum av øllum alvi mótarbeiðir bólki 5. Tað vil siga, at vit ongan hava at umboða henda bólk í stýrinum.
Allir bólkar í skipani fáa útgoldið, tá hýran fer niður, uttan útróðrarmaðurin í bólki 5, hann fær onki, tá hann mest hevur brúk fyri tí.
At vit so at kalla onki fáa úr tí grunni, sum vit allir gjalda inn í og eiga okkara part av, tí stýrið als ongan áhuga hevur havt í at ganga okkum á møti. Tað vísir seg nú at fáa avleiðingar; stýrið heldur hamaran í hondini, sum smíðar seinasta seymin í kistuna hjá heimaútróðrinum.
Á útróðrarplássum kring landið síggja vit tómar egningarskúrar við turrum gólvi. Mennirni flýggja til útlondini fyri at kunna breyðføða seg. Ein syndarlig støða.
At enda heita vit, einaferð enn, á stýrið um at lækka inntøkumarkið niður á 100.000 kr um hálvárið, ella longur niður, fyri at bólkur 5 kann koma innaftur í skipanina. Sjálvandi hava vit sæð, at tað eru pengar í trygdargrunninum.
Hetta skriv verður eisini sent fjølmiðlinum.
Vónandi viðgera tit hetta skjótt.