Til stórabeigga mín Henning Eysturoy á føðingardegnum 4. februa

4. februar verður jarnstoyparin Henning Eysturoy úr Havn 70 ár.

Henning er elsti sonur stoyparan Absalon og Gertrud Eysturoy, og tí fall tað í hansara lut -at fáa somu útbúgving sum pápi okkara, at gerast formari ella sum vit siga, jarnstoypari. Tá pápi okkara í 1973 var farin undir grønu torvu, tók Henning yvir. Stoypivirkið var yviri við Strond til fyrst í 80-unum, tá kommunan keypti øki.

Um somu tíð hevði hann keypt eina ogn við Marknagilsvegin og bygdi har eitt serstakt hús til Stoypivirki. Tíverri brendi nýbygda stoypivirki fá ár seinni í grund, og tað var aðru ferð, at tú stóð við einum niðurbrendum húsum, tí í 1968 brendu sethúsini í Vaktarhúsbrekku eisini í grund. Í slíkum umstøðum er skjótt at falla í fátt, men í tí støðuni vísti tú tína serstøku styrki og títt lyndi til ongantíð at falla í fátt, men fór við áræði at byggja uppaftur.

Tá áttamannafarið hjá tær "Havreki" á vári 1975 sakk við Gjógv, vísti tú aftur áræði og viljastyrki at fáa bátin aftur at sigla, og tað eydnaðist tær.

Hóast hettar og aðrar trupuleikar í lívinum hevur tú ongantíð verið mótfallin. Tú hevur við tínum skemtingarsama lyndi víst okkum, at ikki er vert at falla í fátt, men at síggja tað positiva í lívinum. At vert er at herja á fyri at betra um umstøðurnar og royna at gloyma trupuleikarnar, ið stinga seg upp.

Sum ungur vart tú ein sera góður svimjari, og tí fóru vit í felag at undirvísa í vaksnamanna-svimjing í Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Teir tímarnar gloymi eg ongantíð og hoyri mangan næmingarnar okkara siga frá, hvussu stuttligt tað var.

Ítróttur og serstakliga hondbóltur var títt hjartamál, og tú brúkti nógva tíð og orku at faa alt samskipað.

Nevndarlimur vart tú í fleiri ítróttarfeløgum og sambondum, ið gjørti at tú eitt árið setti Ólavsøkuna.

Hettar var áðrenn ISF varð stovnað, men sum tú ? við tínum áræði - ótilvitað hevur verið við til at fáa sett á stovn.

Henning, eg kundi skriva so mangt til tín og um teg, men umstøðurnar hjá mær eru í løtuni ikki tær bestu, men kortini skalt tú hava nøkur takkarorð frá mær. Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum og eg vóni at tú fært ein góðan og hugnaligan dag.


Hjartaliga tillukku frá systir tíni Solveig