Hjartaliga tillukku við teim sjeyti árunum
og takk fyri tað stóra og trúfasta verk, tú hevur staðið á odda fyri
millum føroyingar í Danmark alt síðan tíni ungdómsár.
Mong skútan var í vanda á lívsins ódnarnátt,
nøkur særd og sligin, tá freistingin fekk mátt,
onnur nívd av sjúkum og deyðans køldu hond.
Tá stóðst tú sum ein viti á heimlands føgru strond.
Tú vístu á tað navn,
sum leiðir trygt í havn.
Lønin verður størri, enn nakar hevur drøymt.
Sjálvt eitt glas av vatni er ei av Gudi gloymt.
------
Vinur tín Absalon Absalonsen