Hópurin verður stórur, ið hósdagin fer úr Føroyum til Keypmannahavnar at seta hol á fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina.
Løgmaður verður á odda við varaløgmanni, landsstýrismonnunum, Helenu Dam á Neystabø og Karsteni Hansen í fylgi. Við verður eisini ein riðil av føroyskum embætisfólkum, ið skulu ráðgeva landsstýrinum meðan samáðst verður.
Á middegi í gjár var ikki endaliga avgjørt, hvør skuldi vera við í stóra samráðingarliðnum. Men tó var heilt vist, at landsstýrismenninir í ávikavist almanna- og heilsumálum og fíggjarmálum fóru við. Men møguleikin fyri, at onnur landsstýrisfólk eisini verða við, er opin.
Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, leggur dent á, at tað er av alstórum týdningi at fáa so holla ráðgeving, sum møguligt undir øllum samráðingunum. Tí verður talið av embætisfólkum, ið verða við til samráðingarnar, stórt.
? Talan er um eitt álvarsmál við nógvum ymiskum smálutum, ið greiða skal fáast á. Tí er neyðugt at hava embætisfólk við hondina, ið kenna til hesar smálutir og tískil kunnu ráðgeva okkum, sigur Høgni Hoydal.
Roknað verður við, at fyrsti samráðingafundurin kemur at verða ein tann mest týðandi fundurin í samráðingunum um ríkisrættarligu støðuna. Á hesum fundi skal leistur finnast fyri mannagongdini í samráðingunum, og møguleiki er eisini fyri, at partarnir koma víðari í hesum umfari.
Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur, at danir hava allar fortreytir fyri at vera væl fyrireikaðir til samráðingarnar. Uppritið og annað tilfar er umsett til danskt og sent stjórnini og fólkatingslimum, so teir eru eins væl kunnaðir um málið, sum føroyingar.
? Vit rokna við einum arbeiðsdegi til at leggja leistin fyri víðari samráðingum. Men, um annað hendir, ber ikki til at siga, sigur Høgni Hoydal.
Ríkisrættarligu samráðingarnar millum donsku stjórnina og landsstýrið byrja fríggjadagin 17. mars klokkan 16:00 í danska forsætismálaráðnum.