Til samgonguleiðaran, Jóhannes Eidesgaard

Gerhard Lognberg

----

 

Nú formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins hevur sagt, at Sandoyartunnilin hevur ongantíð verið so nær sum nú og beinleiðis leggur meg undir at “sabotera” ætlanina, fari eg at spyrja samgonguna hesar spurningar, sum eg ikki havi fingið svaraðar:

 

Tá ið sagt verður av summum samgongulimun, at í novembur 2010 eru 150 mió í partafelagnum til Sandoyartunnulin. Vil tað so siga, at byrjast skal at borða i novembur/desembur 2010 og um so er, verður hetta so samtykt við lóg.

Landsstýriskvinnan og løgmaður hava sagt, at báðir tunnlarnir, verða ikki gjørdir samstundis, gev mær greitt at vita, hvør tunnil skal gerast fyrst. Hetta hevur jú alstóran týdning fyri málið.

 

Um byrjað verður at bora fyri Sandoyartunnlinum í nov/des 2010, og hetta verður samtykt við lóg, so eri eg partur av samgonguni.

Eg vil hava svar upp á hesar báðar spurningar innan mikudagin, 23 juli kl 15,00.

 

Suðurparturin av Føroyum hevur brúk fyri tunnlinum

Tað mátti vakt ans hjá samgonguleiðaranum, at einastu sýslur í landinum, sum hava afturgongd í fólkatalinum, eru Sandoyarsýsla og Suðuroyðarsýsla. Tað er neyðugt, at vit arbeiða langtsiktað við at bjarga sunnaraparti av Føroyum, hetta er eitt arbeiði sum má byrja skjótast gjørligt!

Við Janvaðarkvøðu

 

(Avrit er sendt til: Bjørt Samuelsen, landstkv. - Jóhannes Eidesgaard. Løgmann Tingbólk Javnaðarfloksins - Fjølmiðlarnar - Lokalfelag Javnaðarfloksins í Sandoynni)