Hesi seinastu árini eru fleiri stjórar á meiri ella minni almennum stovnum koyrdir úr starvi. Felags fyri hesar er, at teir eru verkfrøðingar og limir í Verkfrøðingafelagnum.
Tann seinasti er Henning Jacobsen, landsverkfrøðingur, sum varð sagdur úr starvi 27/12-1998 av Finnboga Arge, landsstýrismanni hjá Fólkaflokkinum.
Á fundi á skrivstovuni hjá Landsverkfrøðingsstovninum 28/12-1998 kl. 14.30 upplýsti landsstýrismaðurin, at hann var ikki einsamallur um avgerðirnar:
at samskipa/samanleggja LV og SL
og at seta stjóran á SL sum nýggjan stjóra fyri starvsfólkið á landsverkfrøðingsstovninum samstundis sum hann er stjóri á Strandfaraskipum Landsins.
Felagið vil við hesum spyrja flokkin, um flokkurin stendur aftan fyri avgerðirnar, og vit vænta, at flokkurin alment ger vart við sína støðu beinanvegin.