Magnus Gunnarsson
Tá vóru færri enn túsund bilar í Føroyum. Síðan tá er talið av bilum vaksið alsamt, og Bileftirlitið hevur seinnu árini fingið rættuliga góðar umstøður at virka undir.
Bygningurin við Hoyvíksvegin er sera væl egnaður til endamálið, og umsitingin av nummarplátum og koyrikortum var í 1996 flutt frá Fútaskrivstovuni til Bileftirlitið. Hetta árið fingu vit eisini føroyskt koyrikort. Eitt av endamálunum við Bileftirlitinum er, at øll skulu kunna ferðast trygt í ferðsluni.
Tá bilur
verður sýnaður
Sýnsmenn á Bileftirlitinum greiða her frá arbeiðsgongdini, tá ein persónbilur verður sýnaður.
Tá bileigarin kemur til sýnshøllina við bilinum, er tað av týdningi, at koyrt verður fram ímóti garasjuportrunum, so teir vita, um tað nú er tann rætti bilurin, ið er komin.
Tá bilurin er komin innum, verður útsúgvingsútgerðin sett á endan á útstoytinum, og kannað verður, um allar perurnar eru í lagi, og um lyktirnar eru rætt stillaðar.
Síðan verður koyrt inn yvir bremsutestaran, sum vísur, um bilurin bremsar tað hann eigur, ella um hann bremsar skeivt o.a. Eftir tað verða støddoyvarnir kannaðir, eins og eitt tól vísir, um bilurin skal sporast.
Tá bilurin verður koyrdur inn yvir lyftina, verður hugt eftir, hvussu hann sær út uttan og millum hurðarnar. Tá tað er liðugt, verður bilurin lyftur upp so sleppast kann at hyggja at undirvogninum, um bremsurørini eru í ordan, og um berandi lutir eru rustaðir, um oljulekar eru, og um gátturnar eru tærdar o.s.v.
Á lyftini standa forhjólini á eini ristiplátu, og tað virkar rættuliga ógvusligt, tá teir trýsta á knøttin og allur bilurin sum hann er verður ristur harðliga, hetta fyri at avdúkað, um slit er í upphangum og róðurgreiðum.
Undirvognurin
skal vera reinur
Tað, sum Bileftirlitið kannar, er um bilurin lýkur øll trygdarkrøv, ikki feilfinning í bilinum sum heild. Eitt, sum er avgerandi fyri arbeiðsgongdina í sýnshøllini er, at fólk koma til ta ásettu tíðina. 15 minuttir eru settir av til hvønn bilin, so um fólk koma ov seint, verður alt ov lítil tíð til at sýna bilin, sum hann skal, og tað gongur út yvir tann næsta, sum kemur til tíðina og bíðar eftir at sleppa til.
Tá vit fáa boðan um at koma til sýn við bilinum, stendur aftanfyri á fráboðanini, at bilurin skal vera vandaliga reinsaður, so at allir lutir lættliga kunnu kannast. Ein sýnsmaður, sum sýnar ein bil, sum er so skitin, at hann einki sær, kann ikki geva trygd fyri at bilurin er í lagi. Tað er bilførarin, sum hevur ábyrgd av, at bilurin, hann koyrir, er í lagi.
Umframt høvuðsdeildina við Hoyvíksvegin í Havn hevur Bileftirlit Føroya sýnshølir í Skálabotni, í Klaksvík, á Tvøroyri, í Miðvági og á Sandi.
Stjóri á Bileftirlitinum er Jákup Jacobsen.
Bileftirlit Føroya
Bileftirlit Føroya varð stovnað í 1960.
Fyri 1960 stóð Skipasýnið fyri sýnum av bilum.
Í 1960 vóru færri enn 1.000 bilar í Føroyum
Umframt bilasýnið umsitir Bileftirlit Føroya eisini:
?Koyriroyndir
?Koyrikorti
?Nummarplátur
Bileftirlit Føroya húsast, umframt í høvuðsdeildini við Hoyvíksvegin í Havn, í Skálafirði, í Klaksvík, í Tvøroyri, í Miðvági og heima á Sandi










