Til Árna Dahl

Eg las grein tína ”Tjóð á vegamóti” í Dimmu t. 22.05.08, og eg eri als ikki samdur við teg um tað, sum tú skrivar um orðabøkur, har tú m.a. skrivar, at ”Onnur orðabókahandrit liggja klár til útgávu, men fáast ikki út, tí játtan vantar.”

Orsøkin, at onnnur orðabókahandrit liggja klár til útgávu og ikki koma út, er ikki bert vantandi játtan. Nei, orsøkin er at finna í Orðabókagrunninum og Mentamálaráðnum sjálvum, tí har sita fólk, sum ikki megna at stýra nøkrum orðabókasmiðum, sum ikki kláraðu at fáa handritini liðug, men nú royna somu stovnar við øllum snildum at leingja teirra handrit. Játtanin er einki at hóreigja sær av, tað kunnu vit báðir vera samdir um.

Nei, tí er tað alneyðugt, at tær játtanir, sum verða latnar av Løgtinginum, vera nýttar skynsamt av fólki við innliti í orðabókagerð, men tað eru eingir tílíkir serfrøðingar, sum hava eitt fremmandamál í teimum ”tilmælisbólkum” ella ”nevndum”, sum taka sær av orðabókagerð. Ein Tøknifrøðilig og Føroysk-donsk orðabók – neyvan fyri einki undir Orðabókagrunninum - hava nú í meira enn 10 ár verið ávegis, men enn hevur eingin sæð nakað til tær. Frá 2000 hevur Føroysk-týsk orðabók fyri knappar 2. milljónir og ein Russisk-føroyskt orðabók frá 2001 fyri knappar 2. milljónir stuðlaðar av Mentamálaráðnum verið í umbúna, men framvegis eru tær ikki komnar út. Her eru latnar knappar 4 milljónir, men til hvat?

So játtanin er ikki høvuðstrupulleikin, men tvørrandi fakligur førleiki og vantandi evni at stýra hesum verkætlanum eru ein eins stórur meinbogi.

Hyggið at avrikunum hjá Stiðjanum og Sprotanum: 1992 kom Ensk-føroysk orðabók, 1998 Donsk-føroysk orðabók og fyrst í 2005 kom tann talgilda Føroysk-enska orðabókin út, og tær komu nú í 2008 í nýggjari útgávu. Og Samheitaorðabókin ikki at gloyma!

Teimum privatu er dugur og dygd í. Spegla tær í teimum! So halt uppat at mæla til, at Orðabókagrunnurin sum ein náttúrulóg skal hava øll orðabókahandrit – fyri einki, tí tað er kappingaravlagandi við lít fyri tey privatu, sum duga eins væl um ikki betur enn Orðabókagrunnurin.