- Nei, støðan kann ikki samanberast við støðuna fyri 10 árum síðani. Vit hava eina nýggja lóggávu, strangar mannagongdir og eina munandi betri tilbúgving. Tú kanst siga, at vit arbeiða hvønn dag, sum um sjúka er staðfest í ringunum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.
Í gjárkvøldi sendi alirisin út tíðindaskriv, har boðað var frá, at ILA-virus varð staðfest í ringunum við Selatrað.
Les eisini: Bakkafrost óttast ILA
Bakkafrost hevur 10 ringar í økinum, og har eru umleið 70.000 fiskar í hvørjum og viga teir fimm kilo hvør. Tað merkir, at umleið 3500 tons av laksi eru í økinum.
- Talan er um stóran laks, sum vit vóru í holt við at taka, tá virusið varð staðfest. Vit framskunda tøkuna, og tá vikan er av, eru allir ringarnir tómir, staðfestir Regin Jacobsen.
Stjórin í Bakkafrost vísir á, at felags fyri øll alibrúk í Sundalagnum er, at talan er um stóran laks.
- Tað er partur av reglugerðini fyri alivinnuna. Her er neyv stýring við, nær smolt verður sett út, og eisini eru greiðar ásetingar um, nær aliøki skulu liggja brakk. Ásetingarnar eru beinleiðis avleiðingar av tí, sum hendi tá alivinnan stutt eftir aldarskiftið varð hart rakt av ILA, sigur Regin Jacobsen.
Saman við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevur Bakkafrost sett í verk eina økta tilbúgving fyri alt Sundalagið.
Les eisini: Myndugleikarnir óttast ikki ILA
Regin Jacobsen hevur drúgvar royndir í alivinnuni, og hann kennir tí betri enn tey flestu, hvussu ILA-sjúkan fór við føroysku alivinnuni árini eftir aldarskiftið.
- Sjálvandi sita tey minnini eftir í kroppinum. Men eg haldi, at alivinnan í dag er somikið væl skipað, at slíkt hendir ikki aftur. Tu kanst siga, at vit arbeiða hvønn dag, sum um fiskurin var sjúkur, sigur Regin Jacobsen.
Rás2 tosaði við stjóran í Bakkafrost fyrr í dag. Hoyr samrøðuna við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.