Til reiðar til sjálvmorð

Meiri enn hundrað menn og kvinnur gingu í gjár mótmælisgongu í iranska høvuðsstaðnum Teheran, har tey mótmæltu Vestur­heiminum, samstundis sum tey søgdu seg vera til reiðar at virka sum sjálvmorðsbumbufólk fyri at verja heimlandið og islam, skrivar AP.
Mótmælisfólkini bóru tekningar av kistum við amerikanska, bretska og ísraelska flagginum. Slíkar mótmælisgongur hava verið rættiliga vanligar tey seinastu árini, men eygleiðarar siga kortini, at mótmælisgongan í gjár var ein greiður boðskapur til Vesturheimin um, at iranar eru til reiðar at stríðast fyri at varðveita ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina.
 Hóttanin frá USA hev­ur givið okkum nógv størri undirtøku og sannført okkum um, at vit hava rætt. Vit eru til reiðar at stríðast ímóti teimum, um tað so kostar okkum lívið, segði ein av mótmælismonnunum við AP. Tað er ikki greitt, hvør skipaði fyri mótmælinum, men hildið verður, at tað var hernaðarligi felags­skap­urin Basiji, sum fær stuð­ul frá stýrinum í Tehe­ran.