Til reiðar at verja Milosevic

Tað kann kanska tykjast løgið, at nakar er til reiðar at verja fyrrverandi jugolaviska forsetan, Slobodan Milosevic, men hóast tær sera grovu ákærurnar stendur hann minni enn so einsamallur.

Bæði einstaklingar og felagsskapir eru til reiðar at verja Slobodan Milosevic, og síðani rættarmálið byrjaði týsmorgunin, hava verjar hansara skipað fyri fleiri tíðindafundum, har teir hava greitt frá, hví fyrrverandi jugoslaviski leiðarin er ósekur.
Teir vilja vera við, at Milosevic gjørdi ikki annað enn at verja land sítt ímóti ágangi og yvirgangi, og at hann gjørdi tað á lógligan hátt. Verjarnir hava skipað seg í ein felagsskap, sum hevur sína heilt egnu frágreiðing um tað, sum hendi á Balkan.
Eitt nú vil felagsskapurin vera við, at tann nýggja stjórnin í Beograd tók valdið við einum statskvetti, sum var fyriskipað og fíggjarliga stuðlað av stjórnini hjá Bill Clinton, forseta í USA.
Spurdir, hví bara 200 serbar mótmæltu, tá Milosevic varð handtikin, svara verjarnir, at fleiri túsund løgreglumenn tóku lut í handtøkuni, sjálvt um eingin gjørdi mótstøðu. Uppgávan hjá løgreglumonnunum var harafturímóti at forða fyri, at fólk sluppu at mótmæla, og tí vóru tað bara 200 mótmælisfólk, sum vóru at síggja.
Burturfluttur
Verjufelagsskapurin vil eisini vera við, at jugoslaviska stjórnin flýggjaði ikki krígsbrotsmannadómstólinum í Haag Milosevic, men at hann harafturímóti varð burturfluttur. Verjarnir siga, at tað var serbiski forsætisráðharrin, Zoran Djindjic, sum skipaði fyri burturflytingini, og teir vilja vera við, at Djindjic hevur tætt samband við mafiuna og útlendskar fregnartænastur.
Felagsskapurin sigur seg hava meiri enn hundrað virknar limir í 30 londum. Tann best kendi er fyrrverandi amerikanski løgmálaráðharrin, Ramsey Clarke, og millum hinar eru bretski sjónleikarin Harold Pinter, grikski tónleikasmiðurin Mikis Theodorakis og eysturríkski rithøvundurin Peter Handke.
Eins og Milosevic vilja verjarnir vera við, at krígsbrotsmannadómstólurin í Haag er ódemokratiskur og ólógligur.