Til reiðar at samráðast við landsstýrið

- Vit eru framvegis til dystin fús, og vit síggja fram til, at landsstýrið fer at kalla okkum til samráðingar um tunnilsverkætlanina, sigur Kristian Petersen, stjóri í P/F Skálafjarðartunlinum

Tunnil

 

Nú nýskipaða samgongan hevur sett út í kortið, at ætlaði Skálafjarðartunnilin skal gerast av privatum, meðan tað almenna skal byggja ein komandi Sandoyartunnil, er hetta fallið í góða jørð hjá teimum, sum seinastu árini hava arbeitt við ætlanunum um at byggja ein undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Suðurstreym.

- Vit síggja nú fram til, at landsstýrið fer at senda boð eftir okkum, soleiðis at veruligu samráðingarnar um treytir fyri loyvinum at byggja tunnilin kunnu koma í gongd.

Tað siga bæði tekniski stjórin, sum enn eitur Dávur Reinert Hansen og stjórin í P/F Skálafjarðartunlinum, Kristian Petersen.

Nú Dávur Reinert Hansen fer í starv sum stjóri í Vága Floghavn 1. oktober, fer hann samstundis frá sum tekniskur stjóri í P/F Skálafjarðartunlinum, men hann fer kortini at hava eitt ávíst tilknýti til felagið, til greiða er fingin á, um felagið fær líkinda sáttmála við landsstýrið um bygging av tunlinum ella ikki.

- Nú eg fari úr hesum starvi, havi eg ikki tær nógvu viðmerkingarnar til málið, men eg kann siga so mikið, at vit síggja fram til at samráðast við landsstýrið um tunnilin, sigur hann.

 

Í bíðistøðu

Kristian Petersen sigur, at tað vildi verið óklókt av felagnum at sett nýggjan tekniskan stjóra, fyrr enn greiða er fingið á, hvønn leiklut felagið fær í sambandi við ætlaða Skálafjarðartunnilin.

- Men vit eru framvegis til dystin fús, og vit síggja fram til, at landsstýrið fer at kalla okkum til samráðingar, sigur hann.

Hann heldur, at um partarnir ikki koma ásamt um eina skilagóða avtalu við líkinda treytum, tá samráðingar verða, er hugsandi, at landsstýrið yvirtekur felagið.

Á veljarafundi í Runavík í januar í ár vísti Dávur Reinert Hansen á, at P/F Skálafjarðartunnilin longu tá hevði bíðað í tíggju mánaðir eftir politiska myndugleikanum.

Hann segði, at partafelagið varð stovnað í februar ár 2006, og 18. januar í 2007 læt felagið landsstýrinum umsókn um loyvi at byggja tunnilin.

- Hin 30. apríl 2007 samtykti løgtingið eitt uppskot til samtyktar hjá vinnumálaráðnum, og við hesi samtykt kundi táverandi landsstýrismaður, Bjarni Djurholm, fara undir samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin um verkætlanina.

Men eftir hetta steðgaði málið púrasta upp, og einki hendi, áðrenn løgmaður skrivaði út løgtingsval.

 

Einki samband

Kristian Petersen sigur, at einki samband av týdningi hevur verið millum partarnar í langa tíð, men nú væntar hann sum nevnt, at partafelagið fær fundarboð.

- Vit eru til reiðar at taka málið uppaftur og at fara í samráðingar við landsstýrið um verkætlanina. Vit eru til reiðar at fáa at vita, hvat nýggja landsstýrið vil, og vit eru til reiðar at arbeiða fram ímóti at fremja verkætlanina, um vit fáa eina líkinda avtalu, og øll viðurskifti annars kunnu fáast upp á pláss.

Stjórin sigur, at felagið so avgjørt ynskir at fremja verkætlanina, og hóast fíggjarheimurin er ógvuliga nógv broyttur seinastu tíðina, væntar hann, at tað eru feløg, sum framvegis vilja fíggja verkætlanina, tó við treytum um meira partapening, enn kravið hevði verið fyri kanska einum ári síðan.

- Vit hava havt samband við fíggingarfeløg, sum hava víst verkætlanini ógvuliga stóran áhuga, og tað eru eisini feløg, sum fíggja infrastuktur.

 

Fleiri íleggjarar

Kristian Petersen vísir á, at tað fer at hava stóran týdning fyri møguleikarnar at fíggja verkætlanina, hvussu eitt møguligt loyvi fer at síggja út.

- Eg dugi bara onga orsøk at síggja til at gera málið meira trupult, enn tað nýtist at vera, og eg dugi heldur ikki at skilja óttan hjá myndugleikunum í hesum máli, sigur stjórin.

Tað eru Lív og Eik Grunnurin, sum í dag eiga partapenigin í P/F Skálafjarðartunnilin, sum er 9 miljónir krónur, og stjórin heldur ikki, at verandi íleggjarar hava nakað ímóti, at aðrir íleggjarar eisini koma við í verkætlanina, um hon gerst veruleiki.