Fáa vit ikki játtandi svar, fara vit í gerðarrættin við Pedagogfelagnum. Tað staðfestir Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum.
Pedagogfelagið hevur gjørt av at herða verkfallið og fer at senda allar pedagogar hjá Almannaverkinum til hús leygarmorgunin klokkan átta.
Tað fer at raka ymsar stovnar hjá Almannaverkinum hart, og Edvard Heen sigur, at tey hava sent Pedagogfelagið eina umsókn um at fáa undantaksloyvi til at hava nakrar fáa pedagogar til arbeiðis á stovnum, har lív og heilsa stendur í váða.
Vit tosa ikki um at hava eitt pedagogiskt, stimbrandi tilboð ímeðan verkfallið er, men einans um at hava nóg mikið av fólki til arbeiðis til at tryggja, at lív og heilsa ikki er í vanda, sigur Edvard Heen.
Og í løtuni situr Pedagogfelagið og viðgerð umsóknina um at lata undantaksloyvi. Men Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, segði við okkum herfyri, at tað verða ongin undantøk givin og stendur lív og heilsa í váða, er tað Fíggjarmálaráðið, sum hevur skyldina av tí.
Les eisini: Geva eingi undantøk
Stjórin í Almannaverkinum sigur, at verður umsóknin ikki gingin á møti, verður málið lagt fyri gerarrættin at taka støðu til.
–Málið verður lagt fyr rættin sum eitt skundmál, so at vit fáa eina avgerð í morgin, áðrenn pedagogarnir í almannaverkinum verða sendir til hús klokkan sjey leygarmorgunin. Og endamálið er at forða við, at arbeiðið, har tað stendur um lív ella heilsu, verður niðurlagt.