Til reiðar at fara frá

Grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, sigur seg nú vera til reiðar at leggja frá sær, um tað ber til at skipa eina savningarstjórn saman við tí konservativa andstøðuflokkinum.

Sambært grikska sjónvarpinum hevur tann sosialistiski forsætisráðharrin sagt, at ein møgulig savningarstjórn skal taka undir við hjálparpakkanum, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava játtað Grikkalandi, um landið lýkur ymsar treytir.

Stjórnarkeldur í Athen vátta fyri Reuters, at Papandreou er sinnaður at fara frá, men at hann hevur lagt ávísar treytir við.

Keldur í tí konservativa andstøðuflokkinum siga, at flokkurin hevur biðið forsætisráðharran leggja frá sær, so tjóðartingið kann finna ein leiðara, sum samgongan og andstøðan kunnu semjast um.

Í dag er verkfall í Grikkalandi, og fólk í túsundatali hava verið uttan fyri tinghúsið í Athen og mótmælt búsksparpolitikkinum hjá stjórnini og krøvunum frá ES og IMF.