Kristian Magnussen
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
????????????????????????????
Tjóðveldismenn eru so súrir blivnir, at teir detta um hvønn annan í bløðunum, við viðmerkingum og rættleiðingum til Guð og hvønn mann.
Sum formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, varð eg biðin um viðmerking av Sosialinum, um umboðanina í Norðurlandaráðnum, í samband við at Tjóðveldisflokkurin á tingfundinum síðsta hósdag bað um at fáa valið av umboðum átsett. Eg segði blaðnum, at eg metti orsøkina til, at tað altíð hevur verið so, at samgonga og andstøða hava valt hvør sítt umboð, meira hevur verið tilvild enn siðvenja, tí samgongunar hava havt so smalt parlamentariskt grundarlag.
Nú er Heðin M. Klein, eisini gallsúrur, komin á vøllin við rættleiðing í Sosialinum hósdagin 12. februar, og sigur meg beinleiðis siga ósatt. Hann sigur, at hann sat í løgtinginum tá samgongan í 70'unum millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin, nettup, út frá eini demokratiskari áskoðan, valdi at lata andstøðuni annað umboðið í Norðurlandaráðnum, hóast samgongan hevði so stóran parlamentariskan meiriluta, at hon kundi havt valt bæði umboðini úr samgonguni.
Hvør ið sigur ósatt ella ikki mugu onnur meta um, men sum tað framgongur av notati í núverandi løgtingslimir hava fingið frá umsitingini, sæst at "demokratiska" samgongan, ið Heðin sipar til, tvær ferðir, bæði í 1976 og 1978 valdi bæði umboðini í Norðurlandaráðnum úr samgonguni, nevniliga Jákup Fr. Øregaard og Erlend Patursson.
At enda í rættleiðing síni roynir Heðin seg við søguligari málisku fyri at sáða iva um mítt politiska trúvirði. Men kanska hevur hann við hesum fingið máliskuna, sum eina boomerang, aftur í høvdið.