Til Postver Føroya - Hugsi tykkum um!

24.05.2009 ringdi Postverk Føroya til foreldur míni fyri at siga, at um tey framyvir vildu hava post, máttu tey heinta hann á Posthúsinum á Óðinshædd, og at onkur brøv longu vóru farin retur - harímillum telefonrokningin. Mamma mín, sum er 81 ár, skilti einki, ringdi ólukkulig til mín og visti ikki hvat og hvussu. Hon hevði skilt tað sum um húsanummarið skuldi standa á garðinum, men skilti annars ikki, hvat daman á posthúsinum meinti við.

Eg ringi til posthúsið fyri at kanna, hvat alt hetta snúði seg um, -veit at tað kann ikki vera tað, at postkassin er ov langt burtur frá vegnum. Eg tosi við eina ógvuliga fryntliga damu, sum greiðir mær frá, at tey eru farin at ”stramma upp” og vilja hava øll at seta nøvn á postkassan. Er tað ikki óluksáliga fýrakantað- at senda brøv retur? Hvat við at postboðið hevði ein navnaseðil við til hesi eldru fólkini, ístaðin fyri at senda postin retur. Eg meini so við - foreldur míni havt henda bústaðin síðani 1962 og eru bæði yvir 80 ár.

Í hugaheiminum hjá teim eldru kann hetta fylla og oyðileggja  fleiri dagar - tey hava livað í eina aðrari tíð og skilja ikki altíð alt hett nýggja. Um eg ikki hevði ringt og kannað málið, so hevði telefonin ivaleyst eisini verið slitin. Soleiðis kann man ikki fara við eldri fólki - hvar eru 'innlivingarevnini', sunn fornuft, medmenniskjaligheit og líknandi hjá ábyrgdarhavandi á posthúsinum?

Løgið at slíkt kann koma fyri ....