Mín elskaði pápi, nær síggi eg teg aftur?
Tann, sum eg havi hugt upp til,
og gav ta stóru gleði frá sær.
Sálarliga, hevði ta størstu gleði,
men likamliga, ta ringastu pínu.
Tú hevði tað smílið, sum kundi bjarga einum degi
og gav ta troyst frá tær,
sum styrkti og helt einum uppi.
Tá tíðin var ring og tung,
hevði tú títt stóra hjarta og góða mót,
sum helt áfram við at síggja fram til ein ljósari dag.
Á, tann undurfuli dagur verður at møta tær aftur,
í tí Himmalska stað.
Takk fyri tey ríku minni, ið tú gav mær.
Vit elska teg. Hvíl í friði.
Elin Dagbjartsdóttir