Til Póllands at njóta lívið

Rejsehuset í Danmark skipar fyri sokallaðum heilsubótarferðum til Póllands. Ferðirnar eru fyri øll, men serliga eru tað fólk við ringum ryggi, ovurviðkvæmi og ringum blóðrensli, sum brúka henda møguleikan. Fleiri føroyingar hava eisini verið á heilsubótaruppihaldunum

Danir kalla tað fyri »kurrejser«. Og í løtuni eru tær ógvuliga væl um tóktar, og fleiri føroyingar eru við á heilsubótarferðunum, sum danska »Rejsehuset« skipar fyri til Póllands nakrar ferðir um árið.
? Vit skipa fyri hesum heilsubótarferðunum millum annað til Póllands, men eisini aðrastaðni í Evropa. Vit hava verið til í 12 ár, og heilt frá byrjanini hava vit havt føroyingar við á ferðunum, sigur Ryszard H. Nickel, stjóri á Rejsehuset.
Ryszard H. Nickel er sannførdur um, at føroyingar hava veruliga tørv á slíkum heilsubótarferðum til heitari lond.
? Ferðin gongur ikki bara út uppá heilsu. Tað er eisini ein ferð við mentan og upplivingum. Skipað verður eisini fyri útferðum, konsertum og øðrum, greiðir Ryszard Nickel frá.

Náttúrligt

Rejsehuset leggur stóran dent á, at allar viðgerðirnar á heilsubótarstaðnum eru náttúrligar. Ferðirnar eru fyri øll, men tað eru serliga fólk við ringum ryggi, ovurviðkvæmi og ringum blóðrensli, sum brúka henda møguleikan.
? Vit viðgera hesar sjúkurnar á staðnum. Vit brúka vatnmýking, runubað, saltvatnsbað, svávulsýrubað og annað. Eisini hava vit varmakeldur, akupunktur, zoneterapi og nógv annað. Allar viðgerðirnar eru náttúrligar, og ongi evnafrøðislig evni verða nýtt, sigur stjórin.
Fleiri føroyingar eru við, tá Rejsehuset skipa fyri ferðunum. Nógvir føroyingar venda eisini aftur ár eftir ár, og lata teir sera væl at viðgerðini.
At fara eina heilsubótarferð er ikki so kostnaðarmikið, sum ein kundi hugsað sær. Ein ferð til Polczyn í Póllandi kostar úr Danmark smáar 5000 krónur, og tá er alt við. Tað verið seg ferð, uppihald, matur og viðgerðir.
Í dag, leygardag, verður ein fyrilestur í Skálanum í Tórshavnar Kommunuskúlanum klokkan 16.00. Har fer Ryszard H. Nickel at greiða frá um heilsubótarstøðini hjá Rejsehuset.