Til ommu

Minningarorð

Tú ert farin

burtur úr hesi verð,

fyri mær er tað

eins og tú enn ert her.


Tú segði søgur,

visti so nógv

um lívið,

tess sorgir og gleðir.


Børnini vóru títt eitt og alt.

Tú skemtaði, fekk okkum at flenna,

skemtisøgur tínar spreiddu gleði.

Tú vart roynd í lívsins leiki.


Tú vart eins og blóman,

løtt og litrík.

Og eins og blóman til tíðir

er um at hokna av vindi og regni,

so vart tú tað eisini av mótgongd.


Men tú reistist, eins og hon,

tú vildi og skuldi liva,

gerast gomul,

bera sorgirnar

og læra okkum um lívið!


Nú ert tú farin,

tú vart troytt,

mett av døgum.

Endiliga hvíld,

endiliga friður,

endiliga sorgleys.


Takk, omma,

hvíl í friði.

S.

9. sept. 1998