Til Noregs at eygleiða hval

Í fleiri ár hava íslendingar fingið fremmand ferðafólk til landið at hyggja at hvali nærhendis landi, og í fleiri bygdum og býum eru bátar, sum sigla við hvalaskoðarum.

Nú fara tey á Andøya í Vesterålen í Noregi undir tað sama, og gongst sum ætlað, fáa tey fyrstu fremmandu ferðafólkini møguleikan næsta ár. Í fyrsta umfari er ætlanin at kunna serliga onglendingar, týskarar og niðurlendingar um, at teir kunnu koma til Andøya at eygleiða hval á sjónum, skrivar Aftenposten.