Til Noregs at døma

Altjóða dómararnir, Eyðun Samuelsen og Ingvar Guðjónsson, skulu til Bergens í Noreg at døma dyst millum tvey norsk lið.

Altjóða dómararnir, Eyðun Samuelsen og Ingvar Guðjónsson, skulu til Bergens í Noreg at døma dyst millum tvey norsk lið.

 

Eyðun Samuelsen, føroyski altjóða hondbóltsdómarin, hevur fingið boð um, at hann og íslendski makkarin, Ingvar Guðjónsson, skulu døma dystin í European Cupwinners Cup millum Tertnes úr Bergen og Nordstrand Handball Elite úr Oslo.

 

Talan er um triðja umfar av europeisku kappingini, har tað fall soleiðis út, at tvey norsk lið vórðu drigin saman.

 

Dysturin verður leiktur 23. november í Bergen.

 

- Vit gleða okkum altíð til europeisku dystirnar, sigur Eyðun Samuelsen.