Tað norska lágprísflogfelagið Norwegian ætlar sær at kollvelta alla flogferðslu ímillum heimspartarnar. Longu í heyst fer felagið at selja ferðaseðlar til New York og aftur fyri umleið 2.000 krónur og til Bangkok og aftur fyri einar 3.000 krónur, og ætlandi verða tær fyrstu ferðirnar tíðliga næsta ár. Tað skrivar Jyllands-Posturin.
Norwegian sigur, at tað nýggja Boeing 787 Dreamliner-flogfarið ger tað møguligt at flúgva bíliga á longum teinum. Norska felagið er eitt av teimum fyrstu at brúka Dreamliner-flogfarið, sum kann flúgva longri enn onnur, og sum brúkar minni brennievni. Harafturat eru umstøðurnar hjá ferðafólkinum stak góðar.
Bjørn Kjos, forstjóri hjá Norwegian, sigur við Jyllands-Postin, at í komandi árum verða nógvar lágprísflogferðir tvørtur um heimshøvini.