Eitt ár er nú farið, eg veit ikki hvar,
druknað í tárum og longsli eftir tær.
So svárt at uppliva, tú tikin vart brátt
frá blómandi lívi um deyðans gátt.
Mín elskaði sonur, vælsignaða hjarta,
aftur tendrast nú stjørnan hin bjarta,
sum hvørt ár merkti tín føðingardag,
vit pyntaðu, hugnaðu, vóru so glað.
So leingi vit liva, tað verður tín dagur,
minnast tín uppvøkstur, fróur og glaður.
Søgurnar nógvar við kærleika minnast,
Ei betri sonur og beiggi kann finnast.
So mangar vinir frá barnsbeini eigur,
í judo vanst bæði æru og heiður.
Tú meistaraheitið øll árini fekk,
alt, alt ov skjótt hendan tíðin gekk.
At skifta blæur, alt fall tær so lætt,
tú hjúklaði um tín elskaða skatt.
Ja, stórur tín kærleiki til okkum var,
og mangan døgurðan heim tú bar.
Í grind, skjóta harur, fletta og veiða
mentanararvur so góður at eiga.
Til skips altíð fúsur, tú setti tær mál,
gekst upp í alt við lívi og sál.
Tú elskaði lívið og stór var tín styrki,
tú spardi teg ei í dagligum yrki.
Men hóast vit gera okkara besta,
henda kann tó, at vónirnar bresta.
Størstur av øllum kærleikin er,
hann mong í ævinleikan ber.
Mamma skilir, men er ei í iva,
tú vildi heldur elska og liva.
Harrans vegir vit ei kunnu skilja,
ofta so fjarir frá okkara vilja.
Um lagnan er hørð ella blíð,
so avgerð hon okkara tið.
Til troyst og ugga Rose nú er,
tað besta tú átti í hesari verð.
Guðs gáva hon er eins og tú,
og minnir øll á at vit liva nú.
Mamma ynskir tær alt tað besta,
og hóast hjartað mangan vil bresta,
veit eg, hvør dagur, ið eftir er her,
nærri og nærri mót ljósinum ber.
Tíðin hon rennur og árini fara,
okkurt er eftir hjá okkum at læra.
Takk fyri alt mín elskaði skattur,
vit gleða okkum at møta tær aftur.
--------
Mamma