Tað vóru syrgilig tíðindi, sum frættust um dagarnar, at Heini var deyður 3. august eftir eina stutta sjúkralegu, bert 71 ára gamal.
Heini var sonur Hansu, fødd Sólbjørg, ættað úr Kunoy og Petur Martin uppi í Tungu í Mikladali. Heini varð borin í heim 25. juni 1936 og var elstur av seks systkjum. Hini eru: Hans Jacob (Akke), Jonhild, Jonhard, Jógvan Vilhelm og Bodil.
11. februar 1964 giftist Heini vid Ragnu, ættað úr Kollafirdi. Tey bæði fingu tvær døtur, Målfryd og Dianu.
Heini hevur verið ein raskur arbeiðsmaður. Hann fór longu sum 14 ára gamal til skips. Hann var við ymsum fiskiskipum í nógv ár. Hann sigldi partar av árinum í fleiri ár við norðmonnum, sum nógvir aðrir føroyingar gjørdu. ?Seinasta summar, tá ið Heini fylti 70, vóru tey bæði í Íslandi og sóu tey plássini, sum Heini kendi so væl frá tíðini, hann var til fiskiskap har yviri.
I 1967 kom streymurin til Mikladals. Tá var tað seinastu ferð Heini var við norðmonnum. Hann var við til at seta streympelarnar upp í Kalsoynni. Heini hevur eisini arbeitt við at gera vegirnar og tunlarnar í oynni.
Í eini tvey ár búðu tey í Klaksvik, har tey arbeiddu fisk á Kósini. ?Men tey fluttu norður aftur, tá ið tunlarnir blivu gjørdir. Tann seinasti var vist liðugur i 1980.?Tá fóru tey undir at byggja fjósið. Teirra fyrsta kúgv kálvaði 1.april 1980.??Síðan tá hevur tað verið landbúnaðurin, sum hevur verið arbeiðið hjá teimum báðum. Her var tað serliga fjós, neyt, seyður, fjall, hoygging og súrhoyggj, sum vóru á skránni.
Systirsonurin Gimme, sum eisini er gudsonur Heina og Ragnu, tók til í kapellinum, hvussu stuttligt tað var hjá teimum at koma til Mikladals.
Hann tók til allar tær óteljandi skúlaferiurnar, vikuskiftini og høgtíðirnar, hann og hansara brøður hava verið í Mikladali og hava búð hjá Ragnu og Heina. Tá var tað eisini feria at kunna vera við til at gera tað arbeiði, sum var gerandisdagur í Mikladali men ikki í Klaksvík. Tað var stuttligt at hoyra tað góða ummæli, sum Gimme hevði um gubba sín og eisini um Ragnu.
Heini var ein friðarligur, góður og dámligur madur. Men álíkavæl tordi hann eisini at siga sína erligu meining, eisini á røttum stað, tá ið tørvur var á tí. Hann dugdi eisini at koma vid ymiskum stuttligum, og sjálvur var hann eisini sera lættur at fáa at grína.
Heini var ein sera væl lýddur maður, og tad ikki uttan orsøk. Hansara góða og fryntliga lyndi var sjónligt. At hann var væl umtóktur sást eisini á tí stóra fylgi, sum fylgdi honum til gravar mikudagin.
Heini var klokkari í Mikladals kirkju. Gimmi nevndi, at á møtum í kirkjuni hoyrdist mangan vitnisburðurin frá Heina um, hvønn týdning Gud hevði í lívinum hjá teimum.
Sjálvir kendi eg Heina og Ragnu frá óteljandi ferðum í Kalsoynnii. Her var Ragna altíð ein partur av ferðini. Tað var hon, sum koyrdi bussin, og sum kundi fortelja tey seinastu tíðindi úr oynni á ferðini norður til Trøllanesar. Ragna hevði handil og her varð dottið inn á gólvið, tá ið høvi var. Tá ein so kendi Ragnu, kom ein eisini at kenna Heina, sum ofta sást í túninum. Hann var altíð so blíður og prátingarsamur, og hann var ein teirra, sum gjørdi tað so hugnaligt at koma til Mikladals.
Nú vóru tey so givin við handli og bussi, men fyri tað fingu vit okkara vanliga prát, tá ið vit hittust. Tað verður stórur saknur at Heina er farin, og serliga er tað hjá Ragnu og døtrunum.
Tað kann vera einsligt at koma úr Kollafirði í Kalsoynna, men her hevur Ragna verið so heppin, at systir hennara Poulina giftist til Syðradals við Erik Eliassen, og hesi húsini hava sum rímiligt er havt nógv saman. Tær báðar hava havt sín stóra týdning í varðveitanini av samfeløgunum í Kalsoynni.
Vit eru mong, sum koma at sakna Heina og koma at varðveita tey góðu minni vit hava um hann.
ó.