Bygdin í góðveðurs támi randa
havið alt kvirt í droymandi dýrd
ein oyggjarsonur er farin heim
til tær sólgyltu strendur
Lívið er eins og blóman
prýðir haga og bø og hvørvur
- yvir hvørjum tindi er ró –
handan fjøll tann æviga sól.
Vit drýpa høvur í tøgn.
Hvíl í frið góði Grettur
Guðs einglavakt verði hjá tær
ærað veri minni títt
------
Steinbjørn Viggosson Olsen