Til minnis um Evald Norðberg

Fekk boðini í morgun, at nú var Evald farin um sýnina, vit øll skulu um.

Evald var kendur best sum trolaramaður burturav og nýtist tí ikki at greiðast frá uppruna hansara, tey, ið kendu Evald, vita, hvør hann var, og hvat hann stóð fyri. Er nokk byrjaður í kolanámunum í Hvalba sum blaðungur, áðrenn hann fór til skips eins og brøður hansara og unglingar flestu tá á døgum gjørdu.
 
Barnaheimið var ikki nakað slott, nógvir munnar at metta hvønn dag, so byrjast mátti frá ungum árum at vinna til lívsins uppihald. Kringur var tú til alt handaligt arbeiði, við trolnálini, flekiknívinum og hvat tað nú einaferð var, tú fekst litið upp í hendurnar, bleiv tað væl úr hondum greitt.
 
Men lagnan var tær ikki altíð so blíð. Bleiv meiddur umborð á íslendskum trolara, og varð innlagdur á sjúkrahús í Reykjavík við stívkramba, men kom fyri teg aftur. Tað var heilt óvanligt tá á døgum, at nakar yvirlivdi stívkrampa. Bleiv eisini illa løstaður í kolanámunum, har beinið fór heilt illa og so aftur tíðliga í sjeytiárunum breytst tú beinið so illa, at tað kom at merkja teg fyri lívið.
 
Men tað, sum eyðkendi teg var títt treiska lyndi og álitið á Hann, ið øllum valdar. Títt andaliga heim var í salinum við Neyst, har tú trúliga hevði tína gongd og bar orðið fram eftir førimuni, sum tú sjálvur plagdi at taka til: Borið fram í veikleika, men kasta breyðið á vatnið, tað gevur ávøkst um enn long tíð gongur.
 
Bygdi tær hús undir liðini á barnaheiminum á Heyggi, har Hjørdis og tú aldu 3 synir upp, og gingu teir í fótasporum tínum, bæði andaliga og tímaliga. Má Harrin styrkja teg Hjørdis, nú tú situr einsamøll í heiminum, tú og Evald vóru so góð við.
 
Tað kundi verið nógv annað at sagt um Evald, eitt nú útróður við Havborg, Lítlu Dímum og tíðin hann var formaður í saltfiskakjallaranum hjá bróður sínum á býargarði.
 
Við hesum fáu orðum til eg lýsa frið yvir minnið um Evald Norðberg á Heyggi.
 
 
Bróðursonur