Til marknaðardeildina í SMS

Sonja Schneider
-------

SMS kl.10 føstulávintsmánamorgun 2012.
Á torginum stendur eitt borð við einum naknum konufólkaniðurparti. Føturnar krosslagdar venda móti svarta forhanginum. Kubbað av um tvøran, blóðið drívur. Ein klútur, átøkur einum laki, er stappaður í kviðin at drekka blóðið.
Høgrumegin ein avhøgd, blóðgað hond. Vinstrumegin eitt avhøgt høvd! Nei, hyggur tú nærri, eru hond og høvd ikki høgd av, men skrykt av. Okkurt ódjór hevur skrykt tað leyst frá kroppi, spengur, raddarbond og vælindi, alt hongur og dillar.
Longur til vinstru ein stórur flatskíggi. Høgrumegin á gólvinum er ein maður í ferð við at rigga ljóðið til. Tað ljóðar sum serlig ræðsluljóð skulu sendast í hátalarunum.
Framman fyri skíggjan og henda nakna blóðuga niðurpart, sum vendir áskoðaranum baki – tað, sum er av bakinum, frá lendunum og niðureftir – eru nakrir hugnaligir toystólar til børnini at toyggja kroppin á, meðan tey síggja (ræðu?) film.
Rundan um er eitt slag av amfi-veggi. Rundur, høgur, svartur og allur lagdur við lokkaneti. Í lokkanetinum eru ovurstórir eiturkoppar, rottur, deydningahøvd, spøkilsi og heil beinagrind í jarnrimabúri.
Eg spyrji meg sjálva, hvar leiðslan í SMS er. Hvat hugsa tey fyri sær? Er hetta fastalávint? Nógv vaksin hava spesialiserað seg í at framleiða pervertión til børn, men hví gongur SMS á odda?
Hetta sær út sum ein smagleys eftirgerð av amerikanska Halloween-haldinum, og tey, sum skapt henda pall, hava blandað alt í ein ellibita.
Gamalt er, at trøll dansa í føstu. Frá føstulávintsmánadegi til páskir gera myrkursins andar nógv meira um seg enn annars. Harav stóðst siðurin við at hava eina kettu í tunnuni. Kettan, serliga tann svarta, var trúgvi fylgisneytin hjá heksini, og hon ímyndaði tað ónda og tær myrku maktirnar. Meiningin við at sláa tunnu var at reka myrkursins andar úr bygdini, tá ið føstan tók við, so at tíðin ikki varð heilt púrgjørd.
Allahalganna er eftir gomlum siði tíðin, tá ið slørið millum henda heimin og hin heimin, millum livandi og deyð, er tynst. Sambandið millum hesumegin og hinumegin er sterkast í allahalguni.
Tí hava halloween-siðirnir ein so sterkan dám av deyða, og í Amerika eru spøkilsi, deydningahøvd og líkkistur við í halloween-haldinum. Vit hava ongantíð hildið allahalganna á henda hátt, men tey síðstu árini er hetta eisini komið til Føroya.
Men hví fara dekoratørarnir í SMS at vella alt saman? Hvat er fastalávint, og hvat er allahalganna?
Og hví í víðu verð skulu børn fáa nakin, sundurskorin konufólk stungin upp í eyguni, tá ið tey skulu ó-hugna sær eina løtu í SMS, meðan tey vaksnu gera ørindi?
Hvat halda foreldur og ommur og abbar um slíkt gestaltarí?
Er hetta fínasta slag? Deiligt hjá børnum at óhugna sær við?