Ja, um eg skrivaði viðmerkingar til grein ella viðmerkingar til røðu, er sum so undirornað. Eg kann viðganga, at rættari hevði verið at sagt røðu.
Í røðuni endurgevur Liljan Weihe, við loyvi frá Suna Merkistein - samskifti teirra millum og fleiri spurningar, sum fyrireiking til seinni sending í Kringvarpinum, og tí haldi eg røðuna onkursvegna lýsa tey bæði við atliti til loysingarspurningar, sum er tað eg eisini loyvi mær at svara uppá og hava almenna meining um.
Einki forgjørt í tí. Tí tá uppstillað fólkatingsvalevni orða seg alment, sum eg eisini kalli facebook í dag - er mær loyvt at gera almennar viðmerkingar, í tí sambandinum.
Sjálvsagt hevði eg lisið innihaldið - hangi meg ikki altíð so nógv í formalia, tí glapp tann parturin um tað var grein ella røða ella um hvør og hvussu nógvir miðlar bóru hesi tíðindi. Tað er sakini óviðkomandi.
Bergun Kass