Til læknakanning í Manchester

Loksins váttar Manchester United, at Paul Pogba er ávegis til felagið.

Paul Pogba skiftir úr Juventus til Manchester United. Tað er so gott sum greitt, nú Manchester United á heimasíðu síni váttar, at hann skal til læknakanning í felagnum.


Læknakanningin er tað einasta, sum manglar fyri at skiftið gerst alment. Feløgini eru vorðin samd um ein prís, sum er mettur at vera umleið 850 milliónir krónur.


23 ára gamli Paul Pogba spældi við Manchester United árini 2009 til 2012. Tá gekk sáttmáli hansara út við enska felagið, og hann skifti ókeypis til Juventus.