Til lækna í Meksiko

Altsamt fleiri amerikanarar leitað sær suður um markið til Meksiko at leita sær læknahjálp, tí tað er ov dýrt at fara til lækna í USA. Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir amerikanarar fara um markið í læknaørindum, men ein kanning hjá einum lærdum háskúla í Kalifornia bendir á, at umleið ein millión amerikanarar fara til lækna í Meksiko á hvørjum ári.

Tíðindastovan Reuters skrivar um ein mann, sum fór úr USA til Meksiko at fáa sær viðgerð. Har rindaði hann 40.000 krónur fyri viðgerðina. Skuldi hann fingið somu viðgerð heima í USA, hevði rokningin verið 250.000 krónur.