Til Klaksvíkar at vitja blóðgevarar

? Tað er hugaligt at síggja, at tað eru lutvíst nógv blóðgevarar í Klaksvík, sigur Thomas Oldrup, sum vitjar Klaksvíkar Blóðdonorlið

 

Klaksvík: Tað eru nógv fleiri blóðdonorar í Klaksvík enn í Danmark, og Blóðdonorliðið riggar væl.

Tað heldur Thomas Oldrup, sum starvast hjá blóðdonorunum í Danmark. Hann stendur fyri at gera blaðið Donor Nyt, sum eisini føroyskir blóðgevarar fáa.

? Í Danmark verður sagt, at okkurt um fimm prosent av fólkinum eru blóðgevar, men her eru lutvíst nógv fleiri, kanska ein 10 prosent av klaksvíkingum, og tað er sera gott, sigur hann.


Skriva um Føroyar

Hóskvøldið var Thomas Oldrup við á hugnakvøldi hjá Klaksvíkar Blóðdonorliði, sum varð hildið í kantinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hann ætlar sær eisini at gera eitt sindur burtur úr ferðini hjá sær til Føroya í komandi blaðnum hjá blóðgevarunum.


Fingið nýggja trygging

Blóðgevarnir hava eitt árligt hugnakvøld, tá okkurt serligt verður gjørt burtur úr, og hesaferð var Thomas Oldrup boðin við at greiða frá, hvussu skipanin við blóðdonor virkar í Danmark.

Harafturat greiddu umboð frá Tryggingarfelagnum Føroyar frá, hvussu nýggja tryggingin fyri blóðgevar virkar, og hvat hon umfatar. Hetta er ein nýggj trygging, sum blóðgevarar í Føroyum hava fingið.


Gera burturúr

Endamálið við hugnakvøldinum hjá Klaksvíkar Blóðdonorliði er at gera okkurt serligt burturúr.

? Vanligt er, at donorarnir møta upp á sjúkrahúsinum, lata blóð og fara avstað aftur. Eina ferð um árið bjóða vit tó donorunum til eitt hugnakvøld, har vit gera eitt sindur burturúr, sigur Ólavur Samson, sum saman við Christiani Jørgensen og Karin Jacobsen er í nevndini fyri Blóðdonorliðið í Klaksvík.

Undirtøkan fyri kvøldinum er vanliga góð, og soleiðis var eisini hesaferð. Nógv fólk møttu til tiltakið, sum tey halda eydnaðist væl.