í nátt sluppu fýra mans væl frá einum ferðsluóhappi á Rituvíkshálsi.
Løgreglan veit ikki, hví bilurin fór útav.
Rúsdrekka var ikki uppi í og allir menninir sótu í trygdarbelti, og tað hjálpti so eisini um støðuna
Men onkur av teimum gramdi seg um pínu í hálsinum og teir vórðu sendir á Landsjúkrahúsið til kanningar, men tað vísti seg ikki at vera nakað.
Bilurin fekk nakað av skaða.









