Til Johannu Vestergaard

Elskaða dóttir. Tað kom okkum dátt við at fáa boðini um at tú so brádliga varð tikin frá okkum.
Vit eru tyngd av sorg og sakni, tankin um at vit ongantíð skulu hittast aftur her, er okkara stóra djúpa sorg.
Tú eigur trý deilig børn, Ken, Aksel og Kristinu, tey elska teg og sita eftir við sakni og sorg um at hava mist teg, góða.
Lítla Rakul er komin, men tú náddi ikki at síggja hana.
Nú blómar í urtagarðinum, summarið er komið við ljósi og vón.
Tú var ein so vøkur blóma, dugnalig, røsk, erlig og glað av lyndi, tú dugdi at arbeiða bæði skjótt og væl.
Elskaða dóttir, tú hevur róð um lívsins hav, ein róður, sum eisini kundi verða tungur, lívið er bæði gleði og sorg, ein gáta, sum bara Gud kennir, men eisini ein gáva.

Bert lítla stund í rósulund
ein dag í senn vit fáa.

Góða Johanna, mín vón og ynski er, at vit øll mugu møtast aftur heima hjá Gudi.
Takk góði Gud fyri farnar løtur. Takk fyri Jóhannu, okkara elskaðu dóttur.
----------
Mamma