Til Jegvan Elis Danielsen

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta
---

Fyrst í mai mánaði sendi tú mær bræv viðvíkjandi málinum, sum tú skrivar um í vikuskiftissosialinum 31. mai 2013, brøv, sum tú fær retur frá umrødda bústaði í Havn. Tað brævið fekk tú svar uppá frá kundatænastu okkara, Ellu Reinert, sum umrøddi viðurskiftini á hesum bústaði soleiðis, at hesi viðurskifti nú okkum kunnugt eru komin í rættlag.
Fyri at tryggja at postur kemur rætt fram, skal fullfíggjað navn og bústaður vera á brævinum. Somuleiðis skulu viðurskiftini á bústaðnum vera í lagi við navni á postkassanum.
Fyri brøv av serligum týdningi mælir Posta til at brúka tænastuna “Innskrivað bræv”. Innskrivað bræv fær eina strikukotu, sum tú kann fylgja, og verður handað persónligt og móttakarin váttar fyri at hava fingið brævið.