Til Jan Haldansen

Marjun Olsen, næstform. í Suðuroyar Sambandsfelag

Í Sosialinum 28. mars 2006 sigur tú teg venda Sam­bands­flokkinum bakið.
Tað er altíð keðiligt hjá einum flokki, tá fólk melda seg úr flokkinum.
Ì tínum føri verður saknurin nokk ikki so stórur, fá hava sæð nakað, flokkinum at frama, frá tínari hond.
Tú var fyrstu ferð á fundi hjá Sambandsflokkinum hós­kvøldið 16. mars  bleiv valdur í nevndina fyri Suð­ur­oyar Sambandsfelag  Meldaði teg inn í Sam­bandsflokkin 17. mars og bleiv valdur sum formaður í Suðuroyar Sambandsfelag 18. mars. Longu 25. mars sigur tú teg melda teg úr aftur bæði nevnd og flokki, einahelst, tí ikki gekst sum tú vildi,
Tann framferð, tú hevur víst síðani 18. mars, hevur onki við sambandspolitikk at gera.
Suðuroyar Sambandsfelag hevur virkað síðani áðrenn tú sást dagsins ljós og verður ikki avtikið, bara tí tú heldur tað.
Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga.
Við sambandskvøðu
Tvøroyri 30. mars 2006